Friday, June 2, 2017

Wonder Woman

DC Comics hava stríðst við, at stovna eina filmsrøð á sama hátt sum Marvel. Báðir filmarnir í fjør fingu ring ummæli og nú er tíðin komin til, at hoyra upprunasøguna hjá Wonder Woman. Hon hevði ein lítlan leiklut í "Batman v. Superman: Dawn of Justice" og tað er ein tann vánaligasti superhetjufilmurin, sum eg havi sæð í fleiri ár. Eg havi tískil verið skeptiskur um filmsrøðina, men nú fáa vit at síggja. Er 2017 eitt betri ár hjá DC Comics?

Diana (Gal Gadot) er ein amasonprinsessa og stríðskvinna, sum býr á oynni Themyscira. Ein dagin kemur ein amerikanskur flogskipari, Steve Trevor (Chris Pine), til oynna og greiðir frá um fyrra heimsbardaga, ið fer fram í løtuni. Diana ynskir at bjarga menniskju og fer við honum til Onglands. Tað førir til, at hon luttekur í krígnum sum Wonder Woman.

Orsakað av "Man of Steel" og "Batman v. Superman: Dawn of Justice", so havi eg ikki glett meg til hendan filmin. Hóast mær dámdi "Suicide Squad", so var tað als ikki ein fantastiskur filmur. Hann var undirhaldandi, men kundi verið nógv betri. DC Comics hava skuffað nakrar ferðir, so eg væntaði lítið. Nú eri eg imponeraður. "Wonder Woman" er satt at siga ein fantastiskur og nøktandi superhetjufilmur. Hann er munandi betri enn eg hevði væntað og óivað besti filmurin hjá DC Comics í fleiri ár.

Tað er m.a. orsakað av, at hesin tekur sær stundir at menna persónarnir. Vit læra Wonder Woman at kenna og síggja, hvussu hon veksur upp á oynni. Hon er ein sera dámligur persónur og ein undirhaldandi actionhetja. Hon ynskir at bjarga menniskju og man skilir, hví hon velir at fara í kríggj. Hon vil gera tað, sum er rætt og tískil er hon sera dámlig. Gal Gadot gevur eina sera góða framførslu og hóskar væl til actionsenur. Superkreftirnar hjá Wonder Woman eru kular og flott gjørdar. Effektirnar eru sera góðar og myndatøkan er nógv meira litrík enn hinir filmarnir í røðini.

Actionsenurnar eru fantastiskar, flott gjørdar og undirhaldandi. Hetta er besta nýstlan av "slow motion"-effektini, sum eg havi sæð nýliga. Hon ger bardagarnir meira minniligir og undirhaldandi. Hetta er eisini ein góður krígsfilmur og tað er áhugavert at síggja fyrra heimsbardaga frá sjónarhorninum hjá Wonder Woman. Tað er ein stórur fyrimunir, at persónarnir eru dámligir. Chris Pine er sera góður og syrgir fyri nøkrum stuttligum løtum. Skemtið er gott og hóskandi. Mær dámdi væl forholdið millum Steve Trevor og Wonder Woman. Allir sjónleikararnir eru góðir og mær dámdi væl at síggja Ewan Bremner, sum er kendur fyri báðar "Trainspotting"-filmarnir.

"Wonder Woman" er ein av ársins bestu superhetjufilmum og tað hevði eg ikki væntað. Hetta er ein fantastiskur filmur, sum gevur mær góðar vónir um framtíðina hjá DC Comics. Vit fáa at síggja, hvussu verður við "Justice League" í november. Søgan er sera góð, tí hon viðger bæði fyrra heimsbardaga og upprunasøguna hjá Wonder Woman. Nú er hon ein sera dámlig superhetja, sum vit kenna væl. Actionsenurnar eru fantastiskar og væl leikstjórnaðar. Endin er góður, men svarar ikki allar spurningar og tað er ein kritikkur, sum eg má nevna. Annars er hetta ein sera væleydnað upprunasøga og eg vóni, at DC Comics klára at gera okkurt líknandi við øðrum superhetjum.

4,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Patty Jenkins 
Leikarar: Gal Gadot, Chris Pine, Robin Wright, Danny Huston, David Thewlis, 
Connie Nielsen, Ewen Bremner 
Ár: 2017

No comments:

Post a Comment